3.Grand Prix og Barnarenning á Sundalagsstevnu í Hósvík leygardagin

Tíðindaskriv frá FÍF:


Rennikappingin í Hósvík, sum eisini er 3. umfar í Grand Prix renningini hjá FÍF, verður leygardagin kl. 11.00. Øll eru vælkomin at luttaka, men fyri at telja við í samlaðu støðuni, skal ein verða limur í onkrum av frælsu ítróttarfeløgunum. Aftaná kappingina hjá teimum vaksnu, verður barnarenning.


Aldursbólkarnir í Grand Prix renningini verða hesir:
- Kvinnur opin bólkur (f. -1995)
- Menn opin bólkur (f. – 1995)
- Kvinnur (K45+) f. 1956-1956
- Menn (M45+) f. 1956-1965
- Menn (K55+) f. -1955 ella fyrr


Bólkarnir í barnarenningini eru sum vit kenna teir frá fyrr:
- Dreingir/gentur -7 ár (f. 2004 ella seinni)
- Dreingir/gentur – 10 ár (f. 2001-2003)
- Dreingir/gentur – 13 ár (f. 1998-2000)
- Dreingir/gentur – 17 ár (f. 1994-1997)


Tey vaksnu renna góðar 7 kilometrar. Byrjað verður miðskeiðis í bygdini norður eftir gamla bygdarvegnum. Har nýggi og gamli vegurin renna saman, verður farið til høgru, og runnið suður aftur til høvuðsinnkoyringina, har aftur verður sneitt til høgru niðan til startin, har sneitt verður til vinstru. Síðani verður runnið undir høvuðsvegin oman eftir keiini, har rennast skal runt um syðsta bygningin við endan á keiini og niðan aftur til startin. Hesin teinurin skal rennast tríggjar ferðir. Hvørt umfarið er umleið 2,4 km.


Børnini renna uppi í bygdini á eini “út og heim rutu” norður eftir gamla bygdarvegnum. Teir báðir yngru bólkarnir renna 500 metrar, og teir báðir eldru 800 metrar.


hosvik
Rutukort


Møtt verður í niðastu hædd í bygdarhúsinum í Hósvík. Startnummur verða býtt út frá kl. 10.00. Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Kappróðrarbátar skulu inn á økið, og tá SKAL renningin vera liðug. Tí verður byrjað stundisliga kl. 11.00. Barnarenningin byrjar kl. 11.45 og heiðusmerkjahandan verður kl. 12.30.


Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.renn.fo, og skal hetta verða gjørt innan fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldast kann eisini á staðnum frá kl. 10.00 leygarmorgunin. Goldið verður tá startnummarið verður avheintað. Kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.