3. BETRI Stórkapping

Leygardagin 15. juni verður triðja og seinasta umfar í BETRI Stórkappingini hildið á Tórsbreyt. Eftir loknar kappingar verður AFTERPARTY við ábit, steypa- og heiðursmerkjahandan.

Higartil hevur tað verið ein frægd at síggja, at Treysti hevur verið tað felag, sum hevur havt flestar íðkarar við.

Vónandi møta okkara sera røsku ungu íðkarar líka fjølmentir, sum til tey bæði undanfarnu umførini.