2.Grand Prix vaksin og FM 10 km




Tíðindaskriv:


Týskvøldið 14. juni kl. 18.30 verður FM í 10 km renning á vegi fyriskipað í Runavík. Kappingin er samstundis 2. umfar av Grand Prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF.


Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir.


Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.


Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.



OBS OBS OBS


Bert rennarar í umboða eitt felag undir FÍF OG sum renna í teirra felagsbúna/litum kunnu gerast føroyameistarar!


Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna 10 km:
Kvinnur opin bólkur (f. -1995)
Menn opin bólkur (f. – 1995)
Kvinnur Veteranar (K45+) f. 1965 ella fyrr
Menn Veteranar (M45+) f. 1956-1965


Menn Superveteranar (M55+) f. -1956 ella fyrr


Tilmelding fer fram her á heimasíðuni renn.fo innan týsdagin kl. 12.00. Tilmeldingin liggur nú klár.


Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 18.00 kappingardagin.


Tað verður eingin barnarenning í sambandi við Eystanstevnuna. Barnarenning verður aftur á Sundalagsstevnuni í Hósvík 18. juni. Meira um tað seinni.

Bjørk vann í fjør FM við supertíðini 36.16 min!



Teir fremstu menninir fylgdust leingi síðsta ár. Sam dróg tó longsta stráið, og gjørdist føroyameistari.