Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Í GONGD VIÐ RENNING (Nýbyrjarar)

Her er eitt skema ein kann fylgja, fyri at koma í gongd við renning, tá ein er nýbyrjari. Tú klárar at renna 5 km um 6 vikur og 10 km um 12 vikur, um tú fylgir hesum skemanum. 
At minnast til:
- ver tolin
- hav rættar renniskógvar
- lurta eftir kroppinum
- renn við tínari ferð. Ikki lata onnur avgera tína renniferð

osv.

 VIKA 1  
 Leygardagur  Gang 4 min. róligt, renn 2 min. hav stutta hvíld, vend við og endurtak heimaftur 
 Sunnudagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ
 Mánadagur  Gang ein túr í hálvan tíma
 Týsdagur  Gang 5 min. róligt, renn 2 min. hav stutta hvíld, vend við og endurtak heimaftur
 Mikudagur   Gang 5 min. skjótt, renn í 2-3 min. vendi við og gang heim
 Hósdagur  Hald frí ella gang ein róligan túr, sum tú hevur hug til
 Fríggjadagur   Gang 5 min. róligt, renn 2 min. hav stutta hvíld, vend við og endurtak heimaftur          

 VIKA 2  
 Leygardagur   Gang ein túr í minsta lagi í 30 min. við høgari ferð
 Sunnudagur  Gang 5 min. renn 3 min. Vend við og ávegis heimaftur gang 5 min. og renn 3 min          
 Mánadagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ
 Týsdagur  Gang 3 min. renn 4 min. Stutt hvíld. Vend við og renn 4 min. og gang 3 min  
 Mikudagur  Gang ein túr í 45 min. (Tað má gjarna verða við høgari ferð)
 Hósdagur  Gang 5 min. róligt, renn 4 min. Vend við og endurtak tað sama heimaftur                  
 Fríggjadagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. Aftur ein vika er lættliga gjøgnumførd :)

 VIKA 3  
 Leygardagur  Gang 5 min. renn 4 min. Vend við og endurtak tað sama heimaftur
 Sunnudagur  Gang ein túr í 30 min.
 Mánadagur   Gang 3 min. renn 4 min. Hav stutta hvíld, vend við og renn 4 min. og gang 3 min.  
 Týsdagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ
 Mikudagur    Gang 2 min. renn 5 min. Hav stutta hvíld, vend við og endurtak ávegis heimaftur         
 Hósdagur     FRÍ, FRÍ, FRÍ. Legg til merkis at túrurin er longu blivin 2 kilometrar
 Fríggjadagur   Gang ein túr í 45 min. (Gjarna við so høgari ferð at sveitti kemur á pannuna)

 VIKA 5  
 Leygardagur   Frí. Heilt og aldeilis frí. Tað er "hart" men ein frídagur kemur væl við :)
 Sunnudagur  Renn 7½ min. Vend við og uttan hvíld rennir tú  7½ min. heimaftur
 Mánadagur    Gang ein túr í 30 min.
 Týsdagur  Renn róligt og avslappað í 10 min. Vend við og renn við somu ferð í 10 min. heimaftur  
 Mikudagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. Beinini uppá sofaborðið og slappa totalt av :)
 Hósdagur  Renn 15 min. við róligari ferð, vend við og skiftivís gang og renn heimaftur
 Fríggjadagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. Slappa av. Frídagur :)

 VIKA 6  
 Leygardagur  Renn 9 min. vend við og uttan hvíld rennir tú 9 min. heimaftur 
 Sunnudagur   Gang ein róligan túr í 30 min.
 Mánadagur  Renn 12 min. Vend við og uttan hvold rennir tú 12 min. heimaftur
 Týsdagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. Ger so lítið sum møguligt. Fyrsta málið nærkast!!!
 Mikudagur   Gang ein túr í 30 til 60 min.
 Hósdagur  Renn ein stuttan róligan túr
 Fríggjadagur   Máta eina rutu á 5 km. RENN HANA. YESSS !!! Í dag er komið á mál við at renna 5 km :) 

 VIKA 7  
 Leygardagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Slappa av, njót avrikið í gjár og gev tær sjálvum eitt stórt herðaklapp.     
 Sunnudagur   Renn róligt og avslappað ein lítlan túr í 15 min.
 Mánadagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Ella gang ein túr um tú vilt slappa at røra teg
 Týsdagur     Renn tína 5 km rutu.  Skift ferð av og á
 Mikudagur  Gang ein túr í 45 min
 Hósdagur     FRÍ, FRÍ, FRÍ. Slappa av og "løð battaríirni" til túrin í morgin!
 Fríggjadagur  Renn 5 km rutuna og gang aftaná í 5 min. vend við, og renn aftur                  

 VIKA 8  
 Leygardagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. - Sum tað var væl klárað av mær í gjár!
 Sunnudagur   Gang ein túr í 30 min. ella meira
 Mánadagur   Renn 20 min. Ger intervallir, renn 5 ferðir 1 min. við høgari ferð og renn róligt ímillum  
 Týsdagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Tað er væl uppiborið eftir intervallirni í gjár!
 Mikudagur   Renn 5 km + 5 min. eyka – út í eitt
 Hósdagur    Gang ein túr í 60 min.
 Fríggjadagur   Renn róligt og avslappað í 20 min.

 VIKA 9  
 Leygardagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Hygga tær.
 Sunnudagur   Renn 5 km túrin + 5 min. eyka, vend við og renn aftur 5 min. heim
 Mánadagur   Gang ein túr í 30 min.
 Týsdagur    FRÍ, FRÍ, FRÍ. Í morgin verður tað bara eitt lítið sindur hart!
 Mikudagur      Renn 5 km rutuna við skiftandi ferð fyri hvønn minutt, bæði stór og smá ferðskift        
 Hósdagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ.
 Fríggjadagur  Renn ein róligan túr í 30 min

 VIKA 10  
 Leygardagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Aftur ein dagur til hygg.
 Sunnudagur   Renn 5 km rutuna + 10 min eyka, vend við og renn 10 min. róligt heimaftur                   
 Mánadagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ
 Týsdagur   Gang ein túr í hálvan tíma
 Mikudagur   Renn intervallir av valfríari longd og nøgd í 30 min.
 Hósdagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Slappa totalt av. Beinini eru kanska troytt, so gev teimum hvíld. 
 Fríggjadagur   Renn 40 min. púra, púra róligt. 20 min. út, vend við og renn heimaftur

 VIKA 11  
 Leygardagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ. Lekkirt at fáa frí. Næsta málið nærkast :)
 Sunnudagur  Gang ein túr í 30 min.
 Mánadagur   Renn intervallir í 20 min. ½ min. við høgari ferð (skjótt) og 1½ min. róligt
 Týsdagur   FRÍ, FRÍ, FRÍ
 Mikudagur    Gang ein túr í 45 min.
 Hósdagur   Renn 5 km rutuna. Ger fartleg og skift ferð, bæði upp og niður í hvønn 2. min               
 Fríggjadagur   Renn 30 min. hvíldarrenning. Tvs. RÓLIGT!

 VIKA 12  
 Leygardagur  FRÍ, FRÍ, FRÍ. Nú ert tú næstan komin á mál!
 Sunnudagur    Gang ein túr í 30 min.
 Mánadagur   Renn intervallir í 30 min. 1 min. við høgari ferð (skjótt) og 2 min. róligt 
 Týsdagur      FRÍ, FRÍ, FRÍ !!!
  Mikudagur  Gang ein túr í 30 min. við høgari ferð
 Hósdagur   Gang ein lítlan túr og løð. Í MORGIN SKALT TÚ STANDA NÆSTU ROYNDINA !
 Fríggjadagur  Renn 5 km RUTUNA tvær ferðir á rað – uttan støðg. Nú klárar tú at renna 10 km - YES !  

GÓÐAN RENNIHUG !