Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Hvor er vi nu? Glimt fra en løbers univers - Peder Troldborg. Í summar kom hendan bókin út í Danmark. Tað er okkara góði rennivinur Peder Troldborg, sum hevur skrivað hana. Í apríl í 2007 var Peder á vitjan hjá Treysti og hevði tveir fyrilestrar um renning. Hann hevði familjuna við og vinarbond blivu knýtt, og hava íðkarar úr Treysti bæði vitjað og búð hjá teimum onkuntíð síðani. 

Tey eru sera fryntlig og altíð blíð og búgva beint við Brabrandsjógvin í Århus. Eg rann nógvar venjingartúrar runt Brabrandsjógvin tá vit búðu í Viby í sínari tíð. Eg visti um Peder frá mínari rennitíð í DK, men tað var Pól Sundskarð, sum fekk hann hendan vegin í 2007.  Eg havi síðani vitjað tey fleiri ferðir í ymiskum høpi, tá eg havi verið í Jyllandi. Onkuntíð koyri eg bara hartil og banki uppá uttan nakra avtalu frammanundan. Onkuntíð avtala vit ein rennitúr runt sjógvin áðrenn vitjan.

Familjan Troldborg er ómetaliga fegin um túrin í Føroyum, og stendur hann sera sterkur í teirra minni. Tey tosa ofta um túrin og spyrja altíð hvussu tað gongur her á klettunum við renning og øllum hinum. 

Í heyst vóru Peder og dreingirnir við í New York Marathon. Karin og Borgar runnu samstundis sum teir.

Eitt brot úr bókini "Løbesjov på Færøerne" er frá túrinum í Føroyum í 2007. 

Í summar tá eg var liðugur við viðgerð, vóru Ingun og eg ein túr á vitjan hjá teimum. Vit trý høvdu avtalað ein rennitúr áðrenn. Hann visti um mína viðgerð í 2016 og hvussu eg við renning kom væl ígjøgnum tað undir viðgerð og aftaná. Eg hevði eisini greitt honum frá hvussu renningin hevur hjápt mær/okkum ígjøgnum viðgerðina hesuferð. Men júst tá vit vóru har var orkan lítil, men rennast skuldi - við mínari ferð!

Stutt undan jólum fekk eg ein pakka úr DK. Í honum var ein jólaheilsan frá Troldborg-familjuni. Harumframt var eitt nýtt eintak av bókini hjá honum. Hetta var 2. útgáva. Tvey nýggj brot vóru komin við. Eitt um teirra renniuppliving í New York Marathon. Hitt brotið sigur hann, er inspirerað av rennitúrinum í summar og hvussu vit hava "taklað" tey seinastu 2-3 árini við sjúkuni, har renning hevur verið ein týdningarmikil partur í øllum.

Bókin er sera stuttlig og løtt at lesa. So um tit hava møguleika, so burdu tit keypt hana.

Niðanfyri eru myndir úr bókini. Trýstið á myndina, so tit kunnu lesa tekstin.

Gutti