Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Julian Gregersen gjørdist danskur meistari og Óluva A. Joensen vann silvur í DMU í vikuskiftinum. Treysti hevði seks íðkarar við og samanumtikið gekk bara væl hjá teimum.

Julian Gregersen, sum luttók í bólkinum 18-19 ár, var við í 800m og 1.500m. Honum gekst sera væl og eydnaðist tað honum, eftir ein góðan og sera spennandi endaspurt í 800m renningi, at vinna gull. Tiðin bleiv 1.59,48 min. Í 1.500m renningini, sum bleiv nokkso takstisk um bronsuheiðursmerkið, tí favorittin, Andreas Lindgren gjørdu teir onki við, eydnaðist tað akkurrát ikki hjá Juliani at spurta sera triðjapláss. Hannn mátti taka til takkar við fjóðraplássið í tíðini 4.09,84 min. Bronsan bleiv vunnin við 4.09,10 min. Suverena vinnaratíðin var 3.53,42 min.

Óluva A. Joensen, sum er ein av okkara sera evnaríku kastarum, luttók í kúlustoyti fyri gentur 14-15 ár. Seinasta ár vann hon silvur í hesi kapping við 11,77m. Hesuferð stoytti hon í fjórðu royndini 3 kg tungu kúluna út á 11,80m. Tað rakk enn einaferð til eitt flott silvurheiðursmerki og bæði persónligt met og bólkamet. Vinnari av teimum 18  gentunum við 12,01m gjørdist Sara K. Andersen, sum eisini umboðar Vejle IF.

Oddvør Josephsen rann fyrst 400m leygardagin kl. 10.30 og so 800m kl. 15.00. Lat tað verða sagt beinanvegin, at tað ikki gekk heilt eftir vild hjá Oddvør í DMU hesuferð. 400m rann hon uppá 62,79 sek. og gjørdist nummar átta av tólv gentum, men tað var bert ½ sekund upp til fimtapláss. Vinnarin hevði 57,65 sek. Í 800m gjørdist hon nummar seks av átta gentum. Hon rann góð trý sekund frá sínum persónliga meti og harða útleggið kostaði henni í seinna enda. Tíðin hjá henni var 2.21,93 min. sum kortini er ein góð 800m tíð. Sunnudagin rann hon 1.500m, men tá vóru beinini sera tung. Her bleiv tað til eitt sjeyndapláss av teimum tólv gentunum. Tíðin hjá henni var 5.11,67 min. Hon rann seinasta ár undir 5 minuttir. Suverenur vinnari í hesi kapping við tíðini 4.28,45 min. gjørdist Anna Mark Helwigh úr Sparta. Hon vann fyrr februar vann hon eina europeiska lendisrenning í Portugal fyri gentur undir 20 ár.

Maria Biskopstø luttók í 800m leygardagin og 1.500m og hæddalopi sunnudagin. Hon rann ein góðan 800m og gav donsku gentunum harða kapping um heiðursmerkini, men tá avtornaði endaði hon á fjórðaplássi av teimum 15 gentunum við tíðini 2.21,64 min. Hetta var minni enn tvey sekund frá gullinum, sum Majken Lützen úr Ballerup AK vann við 2.19,75 og bert 60/100 frá bronsuni, sum Marie Falkebo Jensen úr Sparta vann við 2.21,04 min. Hon rann eisini ein rímiliga góðan 1.500m. Við 4.54,93 min. rann hon seg til eitt flott fimtapláss av teimum 17 gentunum og var tað bert eitt gott sekund frá bronsuni. Greiður vinnari gjørdist Nikoline Høegh Nielsen úr Sparta við 4.46,27 min. Stutt eftir 1.500m luttók hon í hæddarlopi. Her bleiv tað til eitt áttandapláss av ellivu gentum við 1,38m. Vinnarin, Karla Schärfe úr Sparta, setti 1,67m danskt ungdómsmet fyri gentur 14 ár.

Birita Ryan er spurtari og loypari. Hon luttekur í bólkinum 14-15 ár.Hon stóð á bíðilista til longdarlopskappingina leygarmorgunin og var klár um okkurt avboð kom, men allar møttu, so hon slapp ikki at loypa. Seinni um dagin rann hon 60m. Við tíðini 8,52 sek. var hon bert 7/100 sek. frá persónliga metinum. Hon bleiv nummar fýra í sínum riðili og samanlagt nummar fimtan av teimum 24 gentunum. Í trístøkki gekk sera væl hjá henni. Hon gjørdist heldur óvæntað nummar fimm við persónligum meti við einum lopi uppá 9,84m. Harumframt leyp hon tvær ferðir 9,83m. Longsta lop hennara áðrenn var 9,35m frá DMU seinasta ár. Í Íslandi í januar leyp hon 9,29m.

Hans Sivertsen, sum luttekur í 16-17 ár, rann fyrst 400m leygardagin kl. 10.50. Hann setti PR í Íslandi við 57,61 sek. Her rann hann eitt gott sekund seinni 58,81 sekund, og gjørdist nummar fimm av teimum fimm dreingjunum. Góðar fýra tímar seinni rann hann 800m. Hann gjørdist her nummar ellivu av teimum tólv dreingjunum. Tíðin bleiv 2.16,75 min. eftir at hann rann seinasta umfar uppá góð 30 sekund!

Samanumtikið er eru hetta góð úrslit, tí kappast verður ímóti teimum allarbestu í Danmark.

Myndirnar hevur Andreas Josephsen tikið.