Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Nú leygardagin 19.mai kl. 11.00 byrjar sera vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna", sum í ár eitur "Gakk ella renn fyri heilsuna 2018". Fyrsti túrur verður frá og til FK.

Leisturin verður tann sami, sum í fjør, tvs. at øll byrja samstundis og ganga ella renna so í 15 min. Øll venda so heimaftur harfrá ein er staddur eftir teir 15 minuttirnar. So eigur tað gjarna at taka umleið 15 minuttir, at koma aftur til har ein byrjaði. Hetta skuldi gjarna havt við sær, at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða í sama stað. Í skránni niðanfyri sást hvar byrjað og endað verður.

Byrjað verður kl. 11.00 hvønn leygardag frá 19. mai til og við 1. september. Undantikin er einans leygardagurin 2. juni á Norðoyastevnu, tá Treysti skipar fyri árligu Føroya Bjór Renningini. 

Tilsamans gevur hetta 15 "Gakk ella renn fyri heilsuna" leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær lutaseðil, sum verða trektir 1. september. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.

Skráin fyri summarið 2018 sær soleiðis út:
1. 19. mai - FØROYA KEYPSSAMTØKA
2. 26. mai - HVÍTHÚS
3. 09. juni - NUMO
4. 16. juni - INN
5. 23. juni - BAKARÍIÐ HJÁ JÓRUN
6. 30. juni - FØROYA KEYPSSAMTØKA
7. 07. juli - SPORT 24
8. 14. juli - NUMO
9. 21. juli - SKÓS 
10. 28. juli. - EILEEN MATRAS (TRAÐAGØTA 13)
11. 04. aug. - INN
12. 11. aug. - FØROYA BJÓR (SUMMARFESTIVALUR)
13. 18. aug. - SKÓS
14. 25. aug. - BAKARÍIÐ HJÁ JÓRU
15. 01. sept. - KBI

Stuðlar eru: KBI, EL-IN, Numo, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Skós, INN, Føroya Keypssamtøka, Føroya Bjór, SPORT 24, J.A.P., Numo og Rennarin.