Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Aftur í ár fer Treysti at skipa fyri rennikapping á Fossánesi. Renningin verður hóskvøldið 23. juli kl. 18.00.

Hetta verður 16. ferð Treysti skipar fyri summar rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi).

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár. Kappingarnar byrja kl. 18.00 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir, men um bólkarnir eru smáir, so renna gentur og dreingir samstundis. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:

kl. 18.00
Gentur & Dreingir f. 2014 ella seinni 400m
Gentur & Dreingir f. 2012-2013 400m
Gentur & Dreingir f. 2010-2011 600m
Gentur & Dreingir f. 2006-2009 600m
Gentur & Dreingir f. 2004-2007 800m

kl. 18.30
Kvinnur & Menn f. 1975-2003 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1965-1974 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1964 ella fyrr 2,4 km

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til øll børn og til nr. 1, 2 og 3 vaksnu bólkunum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 17.15 og kl. 18.00. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál. Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Øll eru vælkomin at vera við !