Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Aftur í ár fer Treysti at skipa fyri rennikapping á Fossánesi. Í ár verður renningin sunnudagin 22. juli. kl. 13.30. Hetta verður 14. ferð Treysti skipar fyri summar rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi).

 

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár. Kappingarnar byrja kl. 13.30 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir, men um bólkarnir eru smáir, so renna gentur og dreingir samstundis. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:

kl. 13.30
Gentur & Dreingir f. 2012 ella seinni 400m
Gentur & Dreingir f. 2010-2011 400m
Gentur & Dreingir f. 2008-2009 600m
Gentur & Dreingir f. 2006-2007 600m
Gentur & Dreingir f. 2002-2005 800m

kl. 14.00
Kvinnur & Menn f. 1973-2001 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1963-1972 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1962 ella fyrr 2,4 km

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 12.30 og kl. 13.15. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál. Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Øll eru vælkomin at vera við !