Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Aftur í ár fer Treysti at skipa fyri rennikapping á Fossánesi. Í ár verður renningin sunnudagin 17. juli. Hetta er sjeyndu ferð Treysti skipar fyri rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi). 

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár. Kappingarnar byrja kl. 14.00 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum: 

kl. 14.00 
Gentur & Dreingir f. 2005 ella seinni 400m 
Gentur & Dreingir f. 2003-2004 400m 
Gentur & Dreingir f. 2001-2002 600m 
Gentur & Dreingir f. 1999-2000 600m 
Gentur & Dreingir f. 1995-1998 800m 

kl. 14.30 
Kvinnur & Menn f. 1966-1994 2,4 km 
Kvinnur & Menn vet. f. 1956-1965 2,4 km 
Kvinnur & Menn supervet. f.1955 ella fyrr 2,4 km 

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 13.00 og kl. 14.00. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál. Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin. 

Øll eru vælkomin at vera við !