Høvuðsstuðul:

Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:







Silvarenningin 2016



NS hálvmaraton Klaksvík 2017


Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:












Renn fyri heilsuna 2016






















Aðrir stuðlar:



Annað





Aftur í ár skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2016. Kappingin verður hildin leygardagin 14. mai kl. 14.00.

FM HÁLVMARATON, NS HÁLVMARATON, NS MOTIÓNSRENNING OG BARNARENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 14. MAI 2016 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI HØVUÐSDEILDINA HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km. 

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður tilStangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda. 

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt "Lítla Eið", sum er góðar 400m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein. 

Fyri at luttaka skal ein vera fødd/føddur í 1999 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

    

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
- Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1999)
- Menn og kvinnur veteranar (f. 1961-1970)
- Menn og kvinnur superveteranar (f.-1960)

  

Í NS hálvmaraton Klaksvík 2016 verður kappast í hesum bólkum:
- Menn & Kvinnur B29-    (1987-1999)
- Menn & kvinnur B30-34 (1982-1986)
- Menn & kvinnur B35-39 (1977-1981)
- Menn & kvinnur B40-44 (1972-1976)
- Menn & kvinnur B45-49 (1967-1971)
- Menn & kvinnur B50-54 (1962-1966)
- Menn & kvinnur B55-59 (1957-1961)
- Menn & kvinnur B60-64 (1952-1956)
- Menn & kvinnur B65+    (1951 ella fyrr)


Í 5 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
- Menn/kvinnur (f. 1971-1999)
- Menn/kvinnur veteranar (f. 1961-1970)
- Menn/kvinnur superveteranar (f.-1960)

   

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
- Gentur/Dreingir -7 (f.2009 ella seinni)
- Gentur/Dreingir -10 (f.2006-2008)
- Gentur/Dreingir -13 (f.2003-2005)
- Gentur/Dreingir -17 (f.1999-2002)

  

Kostnaðurin fyri at luttaka:
NS hálvmaraton Klaksvík 2016 er kr. 275,-
5 km Motiónsrenning er kr. 100,-
Barnarenning er kr. 50,-

  

Renniblusa (hálvmaraton)
Tey sum melda til og hava goldið innan sunnukvøldið 24. apríl á miðnátt fáa eina renniblusu.
Gevið gætur: Renniblusan er bert galdandi fyri NS hálvmaraton.

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra NS hálvmaraton Klaksvík 2016 fáa heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.


Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist er mikudagin 11. mai 2016). 
Leinkja til tilmelding til NS hálvmaraton er her 
Leinkja til tilmelding til NS Motiónsrenning er her
Leinkja til tilmelding til NS Barnarenning er her

Gjaldast kann BERT við DANKORTI.

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum. 
Til 5 km motiónsrenning og barnarenning kann meldast í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 árennidegnum.

Startnummar
Avheintað startnummar frá kl. 11.30 í deildini hjá Norðoya Sparikassa (beint við startin) í Klaksvík 14. mai og áðrenn kl. 13.30. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Umklæðing í Badmintonhøllini (300m frá startinum).