Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019


























Aðrir stuðlar:


Annað






Um vikuskifti bleiv DM fyri ung hilidð í Spar Nord Arena høllini í Skive. Treysti hevði fýra ungar íðkarar við. Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen umboðaðu Vejle IF, meðan Julian Gregersen rann fyri FIF.

Oddvør (gentur 18-19)
Hon luttók í 200m og 400m. Í 400m rann hon sera væl og fór um málstrikuna eftir 60,47 sek. og var bert 0,02 sek. frá triðjaplássinum. Hetta er hennara besta tíð innandura og næstbesta yvirhøvur.

Í 200m, sum hon rann uppá 27,41 sek., fekk hon sína næstbestu tíð innandura.

Maria (gentur 16-17)
Maria byrjaði leygardagin við at renna seg til eitt bronsuheiðursmerki í 400m, tá hon rann teinin uppá 59,61 sek.

Bert fýra tímar seinni skuldi hon renna 800m finalu. Fyri viku síðani í DM rann hon teinin uppá 2.16,39 min. í semifinaluni. Nú rann hon sera væl í einari taktiskari renning. Eftir 150m legði hon seg á odda og stýrdi renningini. Tað gekk varliga fyri seg. Fyrstu 200m uppá 37 sek. næstu 200m eisini uppá 37 sek. so kom meiri ferð á og hvøjra ferð tær aftanfyri ætlaðu framum svaraði Maria aftur, so næstu 200m blivu runnir uppá 34 sek. Á seinasta umfari kom uppaftur meiri ferð á, men hevði orku eftir og megnaði at halda allar aftanfyri um málstikuna. Seinasta umfar rann hon uppá 32 sek.! og gjørdist sostatt danskur meistari við 2.20,76 min.

Á hesi leinkjuni eftir 3 tímar og 55 min. sást 800m finalan, sum Maria vann:
Danske Mesterskaber for Ungdom (inde) 2019 dag 1

Sunnudagin rann hon 1.500m. Málið var at taka bólkametið, fyri gentur 17, frá Bjørk Herup Olsen, sum hon setti við 4.59,28 min. í Skive í 2008. Hon kom í fyrra riðilin og rann sera javnt og gjørdist greiður riðlavinnari við 4.53,48 min. Tá seinni riðil var avgreiddur vísti tað seg at tíðin hjá Mariu rakk til eitt samlað fjórðapláss, bert 2 sek. frá bronsuni. So um Maria rann í hesum riðilinum, so er væl hugsandi at okkurt heiðursmerki kom um hálsin, men hon náddi sínum málsetningi og setti nýtt bólkamet.

Allarseinasta kappingin í DMU var 4x200m boðrenningin fyri gentur 16-17. Her gekk bara heilt væl hjá Mariu og hinum úr Vejle. Tær runnu seg til eitt triðjapláss við tíðini 1.47,76 min. Tær tóku samstundis felagsmetið hjá Vejle IF, sum Oddvør, Rebekka, Maria og Sarah annars settu undanfarna vikuskifti.

Vibeka (gentur 14-15)

Vibeka, sum júst hevur aldur til tað, luttók fyri fyrstu ferð í DMU. Hon rann 800m og 1.500m. Tað gekst væl í báðum teinum. Í 800m kom hon á mál við 2.33,02 min. sum er hennara næstbesta tíð á teininum. 1.500m gekk uppaftur betur. Her brúkti hon 5.07,37 min. sum er 13 sekund skjótari enn hon nakrantíð hevur runnið teinin.

Julian (dreingir 20-22)
Julian hevði tvær góðar kappingar. Hann rann 800m leygardagin. Tað bleiv til eitt fjóðrapláss við tíðini 2.01,95 min. 

Sunnudagin var so 1.500m á skránni. Julian ætlaði at renna undir 4.08,00 min., sum kravtíðin til Oyggjaleikirnar. Hann hevði frammanundan avtala við ein liðfelaga í FIF um at hjálpa sær at halda ferðina. Tað gekst teimumsera væl og komu teir á mál, sum ávikavist nummar tvey og trý. Julian á triðjaplássi brúkti 4.04,02 min. og náddi harvið undir kravtíðina. Tíðin er eisini ein betran av hansara egna føroyska innandurameti uppá 4.05,70 frá Reykjavík í 2017.

Sostatt bleiv úrtøkan 1 gull og 3 bronsuheiðursmerkir til íðkararnar úr Treysti. 8 íðkarar úr Bragdinum og 5 úr Hvirluni luttóku eisini og vunnu føroyingar tilsamans 14 heiðursmerkir. Treysti vann 4, Hvirlan 5 og Bragdið 5 heiðursmerkir.

Hetta skrivar Vejle IF um DM fyri ung á sínari heimasíðu: DMU inde 2019

Øll úrslitini frá DMU eru at finna her: Resultater DMU inde 2019