
Í gjár, 19. februar, fylti ein av føroya bestu veteranrennarum fimmti. Tá Borgar trein inn á tann føroyska rennipallin á Norðoyastevnu tann 9. Juni í 2001, var tað ein rennari, sum ein beit merki í. At fáa debut, uttan venjing, sum 39 ára gamal við tíðini 22.31 minuttir á 5 kilometur er avbera gott. Til næstu Norðoyastevnu í 2002 vandi hann bert eitt sindur beint áðrenn fyri at betra tíðini, sum bleiv umleið 1 minutt betri. Tíðirnar blivu skjótt betri og betri á Norðoyastevnu. Og 10 ár seinni, sum 49 ára gamal, at renna 5 kilometrar á Norðoyastevnu uppá 17.18 minuttir er fantastiskt! Hyggja vit nærri eftir tíðunum hjá Borgari á Norðoyastevnu hesi seinastu 11 árini síggja tær soleiðis út:
2001: 22.31
2002: 21.38
2003: 20.05
2004: 19.13
2005: 17.51
2006: 18.35
2007: 17.51
2008: -
2009: 17.40
2010: 17.42
2011: 17.18 !!!
Síðani hann veruliga byrjaði at venja renning, hevur hann so sanniliga víst hvør dugur er í honum, sum rennari. Tað er so sanniliga ikki einans á Norðoyastevnu, at Borgar hevur gjørt tað gott. Á longru teinunum hevur hann eisini verið skjótur. Hann rann sítt fyrsta marathon í Havn í 2005 og bleiv nummar tvey í FM! Síðani tá eru 10 marathon runnin afturat, harav fleiri uttanlanda. Í 2007 breyt hann 4 ára sigursrøðina hjá Cecil Weihe í FM í marathon. Í 2007 bleiv hann, sum 45 ára gamal, tann elsti føroyameistarin í opna bólkinum í marathon higartil. Í september seinasta ár rann hann sína bestu marathon tíð higartil við 2.49,50 tímar í Berlin. Hetta var í somu kapping har Patrick Makau úr Kenya setti nýtt heimsmet á marathon teininum.
Borgar hevur seinnu árini, í nærum øllum teinum frá 5 km til marathon, vunnið hópin av bæði FM, Grand Prix, Vetrarkapping og øðrum heiðursmerkjum og steypum, serliga í veteranbólkinum, men eisini í opna bólkinum hjá monnum, hóast hann er veteranur, hevur hann vunnið sær heiðursmerkir og steyp. Í september seinasta ár ognaði hann sær bronsumerkið í DM fyri veteranar á 1.500m teininum. Og í innandura kapping í Íslandi hevur hann eisini vunnið heiðursmerki.
Borgar hevur seinnu árini verið ein av teimum mest trúføstu luttakarunum til rennikappingar av ymsum slagi kring landið. Hann siglir við Smyrli og arbeiðir umborð aðru hvørja viku, men hann ger nógv fyri at sleppa til rennikappingar. Hann hevur verið eitt framúr gott umboð fyri Treysti hvørja ferð hann luttekur. Hann er treystur og sera harður. Hann er kendur fyri at leggja nógv fyri frá byrjan og arbeiðir sera hart allan teinin.
Tey sum venja saman við honum tá hann hevur fríviku vita hvussu harður hann er. Eitt er púra vist, at hevði Borgar byrjað at runni sum unglingi, so høvdu tað verið fáir føroyingar í høvdu megna at fylgt honum, og hann hevði uttan iva vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikunum.
Sum formaðurin í FÍF, Hallur Holm, segði fyri nøkrum árum síðani: Borgar er sum vín, hann blívur bara betur og betur við árunum!
Treysti ynskir tær hjartaliga tillukku við fimmti ára degnum og ynskir eisini tær og tínum nógv góð renniár framyvir, og stóra takk fyri at tú ert so treystur og trúgvur.




















