Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 4. apríl 2020



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 16. mai




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 29. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini. Vegna tað at Skúlin á Fossánesi er upptikin hendan dagin, so verður kappingin hildin á Viðareiði í staðin. 

Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.


Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
- Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) - umleið 9 km
- Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) - umleið 9 km
- Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) - umleið 9  km
- Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) - umleið 9 km
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) - umleið 9 km
- Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) - umleið 3 km
 
Teinurin verður umleið 9 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km. 

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). 

Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði

Freistin er fríggjakvøldið 28. mars kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í kantinuni í skúlanum.

Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.